Norrøna í dokk í Landskrona (Mynd: Paul Trøjgaard Nielsen)

Finna loysnir til tey sum ikki tora at flúgva

Sverri Egholm

17.10.2017 - 16:07

Tíðindi >

Tey 100 ferðafólkini, sum vóru eftir á Norrønu í Landskrona, vera flogin heim til Føroya í kvøld, sigur reiðaríið. Men nógv fólk, sum sigla við Norrønu sigla, tí tey av onkrari orsøk ikki tora at flúgva.

- Vit mugu finna loysnir uppá tey. So mugu tey bíða umborð og so sigla tey heim við. Tað finna vit útav saman við teimum fólkunum, segði Rúni Vang Poulsen, stjóri í Smyril Line, við Kringvarpið á middegi.

Eftir ætlan skuldi Norrøna, sum um vikuskiftið fekk brek á skrúvuna, vera í Føroyum aftur í annaðkvøld ella hósmorgunin. Men nú er greitt, at soleiðis verður ikki. Ætlanin nú er at fara úr Landskrona beinleiðis til Hirtshals, haðani siglingin verður tikin uppaftur leygardagin.

Sostatt er túrurin av Havnini hósdagin avlýstur. Norrøna verður væntandi í Føroyum mánadagin.