Finnland var betra liðið

Sverri Egholm

08.09.2014 - 04:00

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Føroyar tóku ímóti Finnlandi á Tórsvølli í kvøld og endaliga úrslitið bleiv 3-1 til Finnland.

Føroyska liðið stóð seg annars væl í fyrsta hálvleiki og bæði liðini høvdu møguleikar. Beint fyri hálvleik skorðaði ein púra leysur Christian Holst fyri Føroyar. Støðan varð sostatt 1-0 tá liðini fóru til hálvleiks.

Tá liðini komu innaftur á vøllin eftir hálvleikin vístu Finnland, at teir vóru ta betri. Tá 52 minuttir vóru farnir javnaði farligi Riku Riski fyri Finnland.

Eftir málið vóru Føroyar undir sera stórum trýsti og tá 78 minuttir vóru farnir var Riku Riski aftur uppá spæl, tá hann legði Finnland á odda 2-1.

Tá 82 minuttir vóru leiktir var aftur mál á Tórsvølli, einans 4 minuttir eftir málið til 2-1. Roman Eremenko økti um leiðsluna hjá Finnlandi til 3-1 sum eisini gjørdist endaliga støðan.

Finnland var sum heild betra liðið í hesum fyrsta undankappingar dystinum móti Føroyum. Føroyar skulu aftur í eldin 11. oktober tá teir skulu møta Norðurírlandi á útivølli.

Sí eisini: Beinleiðis frásøgn frá dystinum kann lesast her
Sí eisini: Myndir frá fyrra hálvleiki
Sí eisini: Myndir frá seinna hálvleiki