Savnsmynd: Jón Thomsen

Finnur Fríði hevur landað 1000 tons í Fuglafirði



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Kiran Jóanesarson

14.02.2018 - 20:30

> Tíðindi > Føroyar

Uppsjóvarskipið Finnur Fríði hevur landað lodnu í Fuglafirði.

Finnur Fríði, sum hevur fiskað lodnu í íslendskum sjógvi, fór aftur til fiskiskap í morgun, eftir at hava landað í Fuglafirði.

Upplýst verður, at Finnur Fríði hevði 1000 tons av lodnu, sum teir landaðu til Pelagos. Prísurin á lodnuni er líka omanfyri 4 krónur kilo.

Finnur Fríði fór aftur á lodnuveiðu undir Íslandi tá ið teir loystu fyrrapartin í dag.