Mynd tá Finnur Fríði kom á Kollafjørð í gjár (Mynd: Jens Kr. Vang)

Finnur Fríði landar sild til Faroe Pelagic



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Kiran Jóanesarson

21.10.2016 - 15:20

> Tíðindi > Føroyar

Uppsjóvarskipið úr Gøtu, Finnur Fríði, kom í gjár á Kollafjørð við sild.

Teir landa umleið 1200 tons av sild til Faroe Pelagic í Kollafirði. Talan hevur verið um góðan fiskiskap, og Finnur Fríði slapp framat so skjótt Norðingur var liðugur at landa sína last.

Tá ið Finnur Fríði hevur landað, verður farið nýggjan túr eftir sild.