Guillermo del Toro, leikstjóri, saman við Sally Hawkins, sum spælir høvuðsleiklutin í The Shape of Water (Mynd: EPA)

Fiskafilmurin fór við Oscar-heiðrinum

Ingi Samuelsen

05.03.2018 - 06:56

Mentan > List > Filmslist

Ein kærleikssøga um eina kvinnu og eitt vatnskepilsi varð í nátt vald til ársins film í 2017. Filmurin ’The Shape of Water’ varð í nátt skýrdur ársins besti filmur, tá Oscar-virðislønirnar vórðu handaðar í Los Angeles.

’The Shape of Water’ er um eina stumma vaskikona í sekstiárunum, sum gerst forelskað í einum fiskaskepilsi, ið verður hildið fangi í eini loyniligari starvsstovu.

Les eisini: Oscartilnevndur filmur skuldsettur fyri stuldur

Umframt at vera besti filmur, varð ’The Shape of Water’ eisini heiðraður fyri at hava besta tónleik, besta pallsmíð og so fekk meksikanski Guillermo del Toro eisini heiðurin at vera besti leikstjóri.

Stórur spenningur var um hvør fór at verða valdur til ársins útlendska film, har svenski filmurin ’The Square’ var tilnevndur. Men tað gjørdist kilski filmurin ’A Fantastic Woman’, sum fekk henda heiðurin.

Frances McDormand varð vald til besta kvinnuliga leikara fyri filmin ’Three Billboards Outside Ebbing, Missouri’ og Gary Oldmann varð valdur besti mannligi leikari fyri leiklutin sum Winston Churchill í filminum ’Darkest Hour’

Nakrir av Oscarvinnarunum í nátt:
Besti filmur: ’The Shape of Water’
Besti leikstjóri: Guillermo del Toro: ’The Shape of Water’
Besti kvinnuligi høvuðsleikari: Frances McDormand: ’Three Billboards Outside Ebbing, Missouri’
Besti mannligi høvuðsleikari: Gary Oldman: ’Darkest Hour’
Besti mannligi hjáleiklutur: Sam Rockwell: ’Three Billboards Outside Ebbing, Missouri’
Besti kvinnuligi hjáleiklutur: Allison Janney: ’I, Tonya’
Besta smyrsl og styling: ’Darkest Hour’
Bestu klæði: ’Phantom Thread’
Besti dokumentarur: ’Icarus’
Besta ljóð: ’Dunkirk’
Besta pallsmíð: ’The Shape of Water’
Besti útlendski filmur: ’A Fantastic Woman’, Kili
Besti nýskrivaði tónleikur: ’The Shape of Water’
Besti nýskrivaði sangur: ’Remember me’, 'Coco'
Besti teknifilmur: ’Coco’
Besta leikrit: ’Get Out’