Fiskidagarnir endaliga samtyktir

Kaj Joensen

15.08.2014 - 17:25

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

Løgtingið hevur avgreitt uppskotið hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum. Fyri løtu síðani var uppskotið samtykt við triðju viðgerð. 19 atkvøður vóru fyri, 12 ímóti og ein atvkøða var blonk.

Sostatt verður fiskidagatalið næsta ár óbroytt.

Samgongutinglimurin hjá Sambandsflokkinum, Eivin Jacobsen, var við aðru viðgerð ónøgdur við uppskotið hjá landsstýrismanninum og álitið hjá samgonguni í Vinnunevndini. Hann atkvøddu tí ímóti uppskotinum hjá samgonguni og fyri uppskotinum hjá andstøðuni við aðru viðgerð.

Hóast Eivin Jacobsen og andstøðan eru ónøgd við uppskotið hjá landsstýrismanninum um at varðveita sama fiskidagatal, sum í inniverandi ári, so kom einki broytingaruppskot til triðju viðgerð.

Eivin Jacobsen atkvøddi blankt við triðju viðgerð.

Les eisini: Eivin atkvøddi ímóti samgonguni