Fiskikapping á Eiðisvatni



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Tíðindaskriv

19.06.2017 - 13:05

Mentan > Mentan > Frítíð

7. – 8. juli veðrur aftur fiskikapping á Eiðisvatni. Lagt verður upp til eitt hugnaligt kvøld og ein spennandi morgun, nú kappast verður aftur um sílini í Eiðisvatni.

Kappingin byrjar fríggjakvøldið 7. juli kl. 18, og endar leygardagin 8 juli kl. 12, so luttakararnir eisini hava møguleika at fara til tónleikatiltakið Við Brúnna.
Kappast verður um at fiska tað sílið, ið vigar mest, og steyp verður latið til ognar til nr. eitt, tvey og trý.
Harumframt verður drigið millum øll keypt atgongumerki, um eitt gávukort til rutunetið hjá Atlantic Airways. Um kvøldið verður felagssangur við Signari í Homrum og Tordur Niclassen fer at halda røðu.

Millum 200 og 300 fólk eru vanliga til kappingina, sum EB/Streymur skipar fyri.

Tíðindaskriv frá EB/Streymi