Fiskikapping í Klaksvík leygardagin



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sverri Egholm

13.09.2017 - 19:02

Mentan >

Árliga fiskikappingin í Norðoyggjum, sum Skúlaskipið Dragin skipar fyri, verður nú leygardagin 16. september.

Mynstring til kappingina fer fram umborð á Draganum klokkan 7.30 og bátarnir verða aftur á landi seinnapartin klokkan 17. Tað er ókeypis at luttaka, siga fyrireikararnir.

Inntøkan av sølu av fiskinum, fer óskerd til rakstur av skúlaskipið Dragin.

Uppboðssøla verður við Varpabrúnna frá klokkan 17.30 til 18.30, har høvið verður at keypa sær eitt kók av feskum fiski.