Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin

- Fiskiskapurin er góður men tað er ikki rokfiskiskapur


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Føroyska Sjómansmissiónin

10.08.2017 - 21:24

Tíðindi >

Tað sigur Jógvan Petersen, sum førir trolbátin Fiskaklett.

Í morgun landaðu teir 570 kassar á Toftum. Teir hava roynt norður úr Mykinesi í fimm dagar og meginparturin er stór og góð hýsa. Fýra mans eru við Fiskakletti.

Jógvan heldur, at høvdu teir til dømis fingið uppí bátin í tvey samdøgur, so kundu teir tosað um rokfiskiskap.

Fiskaklettur hevur annars roynt á landleiðini í summar.

- Fiskiskapurin á landleiðini eftir flatfiski var góður, men tað var samstundis so mikið nógv av toski at fáa, at tað var trupult at yvirhalda tey 35% av toski, sum lógin ásetur.

- Vit nýta rist á landleiðini, so smái toskurin fer út aftur. Tað var stórur og góður toskur vit fingu. Tá so steðgur var í fiskiskapinum á landleiðini fóru vit út um landleiðina at royna. Har hevur fiskiskapurin verið so mikið góður, at vit tíma ikki inn aftur á landleiðina, sigur Jógvan Petersen.

- Tað er spell at prosentparturin av toski á landleiðini ikki t.d. er 50%, tí so kundu vit roynt eftir flatfiski og fingið nakað av toski eisini. Nú fiska vit væl meiri tosk og hýsu, ja, upp til 70-80% av veiðuni, uttanfyri 12 fjórðingar av sama stovni og fáa nærum ongan flatfisk, sigur hann.

Annars heldur Jógvan, at tað eru fleiri dámlig tekin í nátúruni sum benda á, at fiskurin er við at koma aftur.

- Nebbasildin, sum hvarv úr trolinum hjá okkum í 2002, er nú aftur at síggja.

Tá nebbasildin hvarv, hvarv svartfuglurin nærum eisini. Nú er væl av svartfugli aftur at síggja.

- Vit hava ikki síðstu uml. 17 árini gjørt so góðar túrar sum vit hava gjørt í ár. So hetta er dámligt, hugaligt - og ikki minst neyðugt, sigur hann.

Í 2005 vóru vit 17 trolbátar. Nú vit skrivað 2017 eru 7 trolbátar eftir. Hinir eru tíverri givnir tí fiskiskapurin hevur verið vánaligur í áravís.

Nú ræður um, at vit fáa umstøður til at fiska, so trolbátarnir kunnu koma fyri seg aftur, aftaná ikki bara 7 men 14 rak ár, sigur Jógvan Petersen, sum hevur siglt við trolbátum síðani 1995.