(Skíggjamynd: kvf.fo)

Kvotaskipanin verður útsett eitt ár

Ingi Samuelsen

29.07.2017 - 12:17

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Fiskivinnupolitikkur

Gildissetanin fyri umskipanini frá fiskidaga- til kvotaskipan verður útsett við einum ári til 1. januar 2019.

Tað boðaði Aksel V. Johannessen, løgmaður, frá fyri løtu síðani undir ólavsøkurøðu síni á Løgtingi.

Løgmaður segði, at landsstýri fer at leggja fram nýtt uppskot fyri tingið í august mánaði, ið tekur atlit til tær broytingar, sum Vinnunevndin legði fram.

Fiskivinnunýsskipanin kemur sum ætlað í gildi á nýggjárinum, men broytingin frá fiskidøgum til kvotur verður útsett til 1. januar 2019.

(Greinin rættað kl. 13.56)