Mynd: Sverri Egholm

Fiskivinnuuppskotið samtykt við 2. viðgerð

Sverri Egholm

08.12.2017 - 20:31

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

Fyri lítlari løtu síðani varð uppskotið um fiskivinnunýskipanina samtykt við 16 móti 15.

Lítla løtu áðrenn atkvøtt var í málinum fór Magni Laksáfoss, tingmaður fyri Sambandsflokkin, úr tingsalinum.

Sostatt helt avtalan, sum í allan dag hevur ljóðað, at hann skal hava gjørt við samgonguna, tí Kristin Michelsen var burturstaddur.