Málið um signing av borgarligum hjúnavígslum er eitt av nógvum málum, sum skal viðgerast á løgtingi í dag (Savnsmynd)

Fiskivinnuuppskotið verður lagt fram í dag



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

19.05.2017 - 07:33

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Familjupolitikkur

Heili 15 mál eru á skránni fyri løgtingsfundin, sum eftir ætlan verður settur klokkan 9.30 í dag.

Atkvøðast skal í tveimum málum, síðan verða triðju og endaligar viðgerðir av trumum málum.

Sjeynda mál á skrá er onnur viðgerð av málinum viðvíkjandi signing av borgarligum hjúnaløgum. Væntast kann, at hetta málið fær drúgva viðgerð.

Eftir tað málið, eru átta fyrstu viðgerðir á skránni – talan er um málini, sum vórðu løgd fram á tingfundinum mánadagin, millum annað uppskotið um bygging av nýggjum havrannsóknarskipi og eykajáttanarlóg fyri mai mánað.

Størst uppmerksemi er tó helst um seinasta punkt, sum eitur framløga, tí tað er tá, at uppskotini hjá samgonguni og Sambandsflokkinum til fiskivinnunýskipan eftir ætlan verða almannakunngjørd.