placeholder
Innanlands

Christian í Grótinum hevur landað í Fuglafirði

Christian í Grótinum hevur landað 695 tons av svartkjafti í Fuglafirði

Christian í Grótinum (Savnsmynd: Tórik Rouah)

Christian í Grótinum (Savnsmynd: Tórik Rouah)

2024-03-25 20:46 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Christian í Grótinum landaði í gjár 695 tons av svartkjafti til Havsbrún.

- Vit gjørdu nøkur hál, sum vóru rættuliga lítil, og brádliga fór svartkjafturin innum markið, og illveður brast á, og tí valdu vit bara at sigla heim at landa, ta nøgdina, sum vit høvdu, sigur Páll Rasmussen, skipari.

Christian í Grótinum byrjaði at landa í gjár, og síðani fóru teir á Ánirnar at bíða, eftir at teir valdu at gevast at fiska svartkjaft í altjóa sjógvi vestanfyri Írland.

- Nú fara vit at halda páskir heima, og vóna at svartkjafturin er komin aftur í føroyskan sjógv, tá ið páskini eru liðug, og so fara vit aftur til fiskiskap, sigur Páll Rasmussen víðari.

Øll tey føroysku uppsjóvarskipini liggja við bryggju, og bíða til svartkjafturin kemur í føroyskan sjógv.

Av somu orsøk hava fleiri valt at gera ymiskt viðlíkahald hjá Mest í Tórshavn og á Skála.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder