Innanlands

Arctic Voyager landar svartkjaft í Fuglafirði

Arctic Voyager landar 1.950 tons av svartkjafti til Havsbrún

Arctic Voyager (Savnsmynd: Føroya Sjómansmissiónin)

Arctic Voyager (Savnsmynd: Føroya Sjómansmissiónin)

2024-04-22 20:26 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Arctic Voyager landar í løtuni 1.950 tons av svartkjafti til Havsbrún.

Arctic Voyager hevur verið á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Hjá Havsbrún verður svartkjafturin framleiddur til mjøl og lýsi, og síðani til fóður.

Tá ið Arctic Voyager hevur landað, verður farið aftur á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder