Fjallasúkklarar aftur í kapping

Ingi Samuelsen

02.07.2015 - 00:25

Ítróttur > Ítróttur > Súkkling

Føroysku fjallasúkklararnir sluppu aftur at royna seg, tá tað í kvøld var sokallað criterium-kapping fyri fjallasúkklur.

Talan er um eina kapping, har súkklað verður ein nakað styttri tein, enn gjørt var fyrradagin, og har nógv fleiri uppbygdar forðingar eru lagdar inn í rutuna. Kappingin fór fram í eini lund, People’s Park, í býnum.

Føroyingarnir megnaðu ikki at gera seg galdandi í heiðursmerkjastríðnum. Besti føroyingur var enn einaferð Helgi Winther Olsen, sum gjørdist nummar 11, Hilmar Hansen gjørdist nummar 23, Kári Brattaberg 26, Jógvan Højgaard 27 og Sigmund Olsson 28.

Í liðkappingini gjørdust Føroyar nummar fimm.

Fleiri myndir eru at síggja á jn.fo