Fjølbroytt kvøldseta á Kambsdali



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Tíðindaskriv

12.03.2018 - 16:27

Mentan >

Týskvøldið 13. mars verður árliga várkvøldsetan á Miðnámi á Kambsdali.

Nýkosnu FM vinnararnir í Ungum virki fara at sýna fram, og næmingar fara at greiða frá námsferðum og verkætlanum. Nógvur tónleikur er eisini á skránni. M.a. fara VSJ og Dávur á Reynatrøð at framføra teirra háaktuellu sangir, og framførslur hjá bæði tónleikaflokkunum og skúlakórinum eru á skránni.

Fastur táttur á várkvøldsetuni er at skúlin bjóðar einum fyrrverandi næmingi at greiða frá sínari útbúgvingar- og yrkisleið. Í ár er gesturin Margareth Djurhuus, leiðari í Betri í Klaksvík.

Tú kanst lesa meira um kvøldsetuna her.