Fjølrit í stríð móti ólógligari kommunalari avritan



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

03.01.2018 - 12:06

Mentan > Mentan > Mentanarpolitikkur

Fjølrit, ið er føroyskur ræddindafelagsskapur, roynir nú nýggjar hættir fyri at fáa í rættlag sáttmála við Kommunufelagið, so at sáttmálaviðurskifti viðvíkjandi ólógligari avrigan og endurgeving av tilfari á skúlum og stovnum kunnu fáast í rættlag.

Síðan 30. august í fjør hevur felagsskapurin til fánýtis heitt á Kommunufelagið um at fáa viðurskiftini í rættlag, vðvíkjandi tilfari, ið er vart av lógini um uphavsrætt, millum annað til undirvísing.

Í almennum skrivi greiðir Fjølrit frá, at felagsskapurin hevur gjørt ”eitt sømiligt sáttmálauppskot, ið ger tað lætt og lagaligt at umsita rættindi av vardum verkum”. Men Kommunufelagið hevur ikki svarað, og eingin sáttmáli er gjørdur. Tí ger Fjølrit vart við, at fólkaskúlarnir og kommunalu stovnarnir í Føroyum fremja lógarbrót hvønn einasta dag.

Fjølrit umsitur við loyvi úr Mentamálaráðnum alla avritan og endurgávu av vardum verkum. Er sáttmáli ikki gjørdur við Fjølrit, merkir tað, at fyri hvørja avritan og endurgeving skal tann, ið avritar, gera avtalu við tann, ið eigur rættindini til verkið, og gera avtalu um viðurlag. Um ikki, er talan um beinleiðis lógarbrot, vísir felagsskapurin á.

Fjølrit umboðar hesi feløg: Rithøvundafelag Føroya, Føroysk tónaskøld, Føroysk myndlistafólk, Føroyskir yrkisfotografar, Føroysk bókaforløg og Føroya blaðmannafelag/miðlafólk. Í nevndini fyri Fjølrit sita Atli Petersen, Jonhard Mikkelsen og Helle Thede Johansen.