Flaggdagshald í Aarhus - Tummas Kannuberg helt flaggdagsrøðuna

Innsent

26.04.2017 - 06:35

Tíðindi > Mentan > Søga

Flagdagshald var í Áarstovu í Århus í gjárkvøldið, har væl av føroyingum vóru komnir saman.

Føroyingafelagið bjóðaði leskiliga fiskasuppu, og eftir hendan bitan førdi Tummas Kannuberg fram røðu. Røðan í sín fulla líki er endurgivin her:

"Góðu áhoyrarar, góðu landsmenn.

Tað er mær ein gleði og ein heiður, at kunna bera flaggdagsrøðuna fram í ár. Eg takki eisini fyri álitið, sum mær er litið til.

Tað er ein sermerkt gleði at hátíðarhalda flaggdagin í dag. Vit eru langt av landið skotin, og nú føroyingar savnast í riðlum í bygdum og býum fyri at heiðra Merkinum, ein slíkan dag gerst heimlongsilin eina tonn verri. Tí er tað av sonnum ein kensla av fagnaði at standa millum sínar landsmenn í dag og kunna vera saman um tað, ið er eyðkenni fyri okkara fólk og tjóð.

Í dag er tað eitt annað huglag millum føroyingar enn fyri bert fáum árum síðani. Orð sum fólkavøkstur og búskaparlig framgongd vóru merkt av dapurskygni. Flaggdagsrøðurnar, ið vórðu hildnar vórðu merktar av teimum avbjóðingunum, sum tað føroyska samfelagið stóð yvir fyri; stagneraðum fólkavøkstri og búskaparligari afturgongd. Sum ein lítil tjóð og fólk vórðu vit fyri fáum árum síðani merkt av einari fíggjarligari kreppu, sum loypti ein hvøkk á alheimssamfelagið.

Í dag kunnu vit fegnast um, at vend er komin í. Føroyingurin hevur ferð eftir ferðprógvað ígjøgnum søguna, at hann tekur ábyrgd, hann torir at seta sær høg mál, føroyingurin er framsøkin. Hann, ið einki váðar, hann einki vinnur, og ein slíkur hugburður hevur beint samfelagið á røttu kós.Tískil kunnu vit vera errin av, at fleiri enn 50.000 føroyingar búleikast í Føroyum í dag. Eitt dømi um hetta er ein grein, ið Hagstova Føroya legði út á heimasíðu sína tann 10. apríl við yvirskriftini “Trivaligur vøkstur í lønargjaldingum seinastu tveir ársfjórðingarnar”. Grafurin í greinini, ið vísti vøksturin frá 2010 til í dag, elur bjartskygni fyri Føroya land. Ein onnur grein frá 19. apríl ber heiti “Stórur vøkstur í innflutningi og útflutningi”, ið aftur er eitt dømi um, at tann føroyski búskapurin sær bjartskygdur út. Føroyar eru smáar, og tað kann ganga skjótt báðar vegir, men í øllum føri eru føroyingar arbeiðssamir og fúsir at faratil verka, so at landið altíð er í menning.

Landið er ikki fullkomið, og vit kundu øll hvør í sær borið fram hugsjónir og ynski , hvussu Føroyar skuldu sæð út og ment seg. Har eru vit ymisk, og vit eru øll ymisk í viðvíkjandi politiskum og átrúnaðarligum tilknýti, men tað, at tað gongur landinum og føroyingum væl, kunnu vit hátíðarhalda í felag. Vit kunnu øll standa saman um Merkið okkara merki, sum er okkara sereyðkenni út í heim. At føroyingurin hevur tikið Merkið til sín og enn er stoltur av tí, kom staðiliga til sjóndar á ólavsøku í fjør, tá ið Merkiðveittraði við bláum í staðin fyri einum reyðum krossi á millum annað Børsen í Keypmannahavn og við dómhúsini í Havn. Tað rakti eina nerv íokkum øllum, og tað gjørdist greitt, at Merkið, ið gjørdist okkara tjóðarmerki tann 25. apríl í 1940, er ímyndin av okkara samleika, og tískil hevur krav upp á eina tignarliga viðferð.

Merkið er tískil meira enn ein dúkur, sum veittrar á eini stong, sum skal nýtast fyri at skiljamillum okkum og aðrar tjóðir. Merkið er eitt súmbol, eitt tekin um okkara felags samleika, ikki bert millum føroyingar, men eisini tey søguligu bondini millum tær norðulendsku tjóðirnar. Litirnir eru teir somu, sum eru í tí íslendska og tí norska flagginum, ið vísa eina felags søgu heilt frá víkingatíðini. Krossurin stendur sum ímyndin av tí kristnu trúnni og teimum virðum, sum eru grundarlag fyri tjóðina. Hesum kunnu vit vera stolt av, og vit eiga ikki at smæðast við okkara arv.

Tað er tó skilligt, at fólk í dag eru eitt sindur varin við at ov tjóðskaparligur ella national. Tað er ein flóðalda av tjóðskaparligum rørslum í øllum vesturheiminum í dag, sum klíva tjóðir og skapa órógv. Vit hava sæð vesturheimin skift ham hetta seinasta árið við Trump, Brexit, framgongd hjá PVV í Hollandi, og nú stendur tað franska fólkið við einum vali millum Macron og LePen.

Tó meti eg, at í hesum føri eru tann føroyski tjóðsskapurin annarleiðis enn aðrastaðni. Hann er ikki eins og í Evropa ekslusivur men savnandi, tí vit eiga øll somul lut í honum. Føroyar hava tó enn langt á mál, tá ið tað ræður um at innlima fólk frá øðrum tjóðum í okkara samfelag. Tískil er tað gleðiligt, at fleiri tiltøk sett í verk hetta seinasta árið fyri at taka ímóti fremmandum, ið ynskja at gerast ein partur av tí føroyska samfelagnum; Klaksvíkar kommuna hevur orðað sær ein integratiónspolitikk, og tann føroyska fólkakirkjan hevur sett eina integratiónsnevnd. Tað er ein vaksandi tilvitan um, at tey fremmandafólk, sum koma til Føroya, hava nógv at bjóða okkara samfelagi, og at tey kunnu viðvirka til at breiðka okkara sjónarring í mangar mátar. Vit útisetar her í dag vita, hvussu tað er, at búleikast í einum fremmandum landi, og hvussu týdningarmikið tað er at verða væl móttikin.

Latið okkum tí halda fast um, at Merkið, okkara tjóðarmerki, ikki er ein kíli, ið skapar skilnað millum menniskju sum “vit” og “tit”, “okkum” og “tykkum”. Men latið okkum halda fast við, at Merkið veittrar fyri øllum føroyingum óansæð húðarliti, politiskum og átrúnaðarligum tilknýti. Og latið Merkið minna okkum á, at vit eiga eina ríka mentan, eitt mál og eitt trygt virðisgrundarlag, sum skal varðveitast og verjast. Tað hevur tænt okkum væl, og má tað framhaldandi tæna og eyðkenna tey komandi ættarliðini av føroyingum.

Til seinast vil eg enda við at lesa eitt ørindi frá sanginumBoðar tú til allar tjóðir, sum Jóannes Pæturson yrkti á sinni, ið er okkum ein áminning um til okkum at halda fast í tí, sum vit hava fingið frá forfedrum okkara.

Um nú nýggjar øldir líða,
halt á somu leið várt starv,
at vit ikki lata svíða
dugnaloysi til hin arv,
sum vit ervdu fedrum av;
tá skal lyftið, sum tú gav,
allan aldur Føroyum tryggja
føroyingunum her at byggja.
Takk fyri at tit lýddu á."

Sent inn frá Føroyingafelagnum í Aarhus