Nauja Lynge

Flagg-gølan: Felagið fyri ríkisfelagsskapin støðgar

Ingi Samuelsen

01.08.2016 - 07:56

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Annað

Flagg-gølan er orsøkin til at grønlendska Nauja Lynge nú gevst við Felagnum Ríkisfelagsskapurin.

Í nøkur ár hevur Nauja Lynge verið ein íðin kjakari í donskum, grønlendskum og føroyskum miðlum til frama fyri samstarvið millum tey trý londini í ríkisfelagsskapinum. Men tann føroyski illviljin móti hesum samstarvinum hevur nú tikið pippið frá grønlendska kjakaranum, sum hevur sagt seg frá sum forkvinnu, og tí er felagsskapurin fyribils støðgaður at virka.

Í eini fráboðan, sum Nauja Lynge legði út á Facebookvangan hjá Rigsfællesskabet til Debat í gjár greiðir hon nærri frá avgerðini:

”At tað er fullkomuliga láturligt at flagga á skeiva degnum og enntá við einum skeivum flaggi er so nakað heilt annað. Men øll byrjan er trupul, og serliga tá tað ræður um kærleikan til tann norðuratlantiska partin av ríkisfelagsskapinum. Tí kærleikin vendir ikki altíð báðar vegir.

Tað er rúsandi deiligt og lívsjáttandi at fylgja stemninginum á tykkara tjóðardegi í Føroyum. Men eisini eitt sindur ræðandi. Tí tað gløðir ein nationalisma, sum ræðir meg. Tað er sum um tit leita eftir einum høvi til at fortelja okkum danskarum, hvussu nógv vit spæla harrafólk. Tað kann vera satt í nøkrum førum, men latið nú vera við at yvirtulka í navni nationalismunnar.

Eg havi leingi hugsa um hetta, men tykkara flagsøga gjørdi munin. Eg eri í dag farin frá sum formaður fyri Felagið Ríkisfelagsskapurin. Felagið støðgar fyribils. Vit halda, at vit hava verið við til at skapa eitt kjak um ríkisfelagsskapin, enntá mitt í eini sjálvstýrisbylgju. Men eg vil ikki longur vera við til at hála ríkisfelagsskapin niður yvir hvørki tykkum ella mínar landsmenn. Samstarv má vera sjálvboðið. Mín drívmegi var ein stórur kærleiki til øll trý londini í ríkisfelagsskapinum. Men tá kærleikin ikki verður vístur afturímóti, má ein finna aðrar vegir”.

Edmund Joensen, løgtingsmaður og fyrrverandi fólkatingsmaður, er føroyskt umboð í Felagnum Ríkisfelagsskapurin.