Fleiri andstøðuuppskot fyri løgtingið í dag



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

14.02.2018 - 10:44

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

Fimm tingmál eru á skránni í dag, umframt hoyringar og framløgur. Fýra av málunum er uppskot frá andstøðuni.

Tvey av málunum skulu til atkvøðugreiðslu. Hesi eru uppskot um broytingar í lóg um fíggjarligt støðufesti, og botnfrádrátt í kommunuskattinum.

Kristina Háfoss, landsstýriskvinna, ber fram uppskot til at seta í gildi fyri Føroyar ávísar broytingar í lóg um fíggjarligt støðufesti. Endamálið við uppskotinum er at dagføra lógina um fíggjarligum virksemi fyri Føroyar, soleiðis at lógin samsvarar tí, sum er galdandi fyri restina av ríkinum.

Hitt uppskotið, sum skal til atkvøðu, er uppskot frá Fólkaflokkinum um broyting í løgtingslóg um landsskat og kommunuskat. Endamálið við uppskotinum er, at kommunurnar fáa heimild at hækka botnfrádráttin í kommunuskattinum.

Trý uppskot verða til fyrstu viðgerð. Fyrsta er uppskot frá Miðflokkinum um broyting í løgtingslóg um kommunustýri. Miðflokkurin fer at skjóta upp, at strika ásetingina í kommunustýrislógini, sum kann forða einum borgarstjóra í fulltíðarstarvi, at røkja starv sum fólkavaldur løgtingsmaður ella fólkatingsmaður.

Fólkaflokkurin hevur uppskot til um broyting í løgtingslóg um kringvarp. Fólkaflokkurin ynskir, at vinnufeløg verða undantikin kringvarpsgjald.

Triðja uppskotið til fyrstu viðgerð, er uppskot frá tingfólkum í Fólkaflokkinum, Sambandsflokkinum og Miðflokkinum um tunlarnar norður um fjall. Uppskotið sigur, at tunlarnir norður um fjall verða knýttir at P/F Norðoyatunnilin, so at felagið fær rætt til at fyrireika og forprojektera vega- og tunnilsgerðina norður um fjall.

Umframt hesi mál skal Poul Michelsen, landsstýrismaður, m.a. svara spurningi frá Jógvan á Lakjuni, um hví stovnar hjá ST eru so upptiknir í fosturtøkuspurninginum í Føroyum.

Tingfundurin verður settur kl. 11.