Mynd: Savnsmynd

Fleiri enn 500 løntakarar enn fyri einum ári síðan



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Jens Hákun Leo

11.01.2017 - 08:55

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Arbeiðsmarknaður

Í oktober vóru 25.512 løntakarar, árstíðarjavnað, Tað eru 527 fleiri enn fyri einum ári síðan. Sostatt heldur gongdin fram, ið nú hevur hevur staðið við í næstan trý ár, har tað hevur verið ein lítil tilgongd av løntakarum hvønn mánað síðan ársbyrjan 2014.

Hetta skrivar Hagstova Føroya á heimasíðu sínari.

Frammanundan var gongdin tann øvugta, har fíggjarkreppan í 2008 førdi við sær eina stóra afturgongd, frá 26.000 løntakarum til 23.500 í 2012.

Hagstovan greiðir frá, at í hesari øldini var stór framgongd fyrstu árini. Hetta var endin á stóru framgongdini eftir kreppuna í nítiárunum. Í 2003 steðgaði vøksturin, og ein lítil afturgongd var nøkur fá ár, har ein orsøk var, at alivinnan fór fyri bakka. Men afturgongdin vardi stutt, tí síðan kom stóri vøksturin fram til fíggjarkreppuna.

Sjálvt um tað hevur verið vøkstur seinastu trý árini, er framvegis ikki alt vunnið innaftur í mun til toppin í 2008, sigur Hagstovan.

Hagstovan vísir harnæst á, at løntakarar eftir vinnugrein vísa, at tað er stórur munur á gongdini í vinnugreinum. Í landbúnaðinum er vøksturin, sambært Hagstovuni, næstan 14%, meðan tað í ráevnisvinnuni er afturgongd uppá 20%.  

Í størru vinnugreinunum er størsta framgongdin í alivinnuni. Í oktober høvdu 1.074 fólk høvuðsinntøku sína í alivinnuni, t.e. 88 fleiri enn fyri einum ári síðani. Vøksturin er 8,9%. Eisini í kommununum er stórur vøkstur. Nú arbeiða 248 fleiri í kommununum ella hjá ríkinum í mun til í oktober 2015. 

Ein av orsøkunum til vøksturin man, sambært Hagstovuni, vera, at eldraøkið nú verður rikið av kommununum.

Byggivinnan hevur eisini ein vøkstur upp á yvir 100 løntakarar. Í oktober starvaðust 1.894 fólk í byggivinnuni, tað eru 101 fleiri enn sama tíðarskeið árið fyri, tá tey vóru 1.793. Vøksturin er 5,6%.

Afturgongdin rakar serliga fiskivinnuna og tað, sum hevur við sjógvin at gera. 26 færri vóru til fiskiskap, 34 færri í sjóflutningi og 70 færri í fiskavøruídnaðinum. Afturgongdin er millum 1,7 og 4,7%.

Í heilsu- og almannaverkinum eru stívliga 100 færri løntakarar, helst partvíst sum avleiðing av at eldrarøktin nú eru undir kommununum, skrivar Hagstovan at enda.