Mynd: EPA

Fleiri enn ein hálv millión mótmæltu Trump í Washington

Sverri Egholm

21.01.2017 - 23:16

Tíðindi > Uttanlands > Politikkur

Í fleiri enn 600 býum kring allan heim vóru tað í dag mótmælisgongur móti nýggja amerikanska forsetanum, Donald Trump.

Í Washington var ein hálv millión møtt upp til sokallaða “Womans Match“, sum tó ikki bara var meint til kvinnur, men til allir samfelagsbólkar. Fólk mótmæltu, eftir at bæði kvinnur, homoseksuell, tilflytarar, muslimar og aðrir bólkar hava fólk seg stoyttan undir valdystinum.

-Fólk um allan heim eru skelkað av tí, sum Trump stendur fyri. Hamn stendur einum ótríðarhóskandi áskoðan um kvinnur og minnilutabólkar. Allir bólkarnir, sum hava stríðst fyri teirra rættindum tey seinnu árini, sigur Mette Nøhr Claushøj, lektari í amerikonskum politikki á universtitetinum í Keypmannahavn.

At so nógv velja at mótmæla er so stórt, at tað fer í søgubøkurnar, sigur hon við dr.dk.

Kend nøvn sum sangarinnan Cher, sjónleikarinnan Scarlett Johanson og filmsleikstjórin Michael Moore vóru eisini tilstaðar. Madonna, Alicia Keys og Katy Perry, sum eisini stuðlaðu Hillary Clintron til valið í fjør, framførdu á mótmælisgonguni.