Fleiri ferðafólk sigla enn koyra buss


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Ingi Samuelsen

16.02.2017 - 09:10

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Samferðsla

Skipini hjá Strandferðsluni flyta fleiri ferðafólk árliga enn hvat bussarnir gera. Hetta vísa seinastu ferðafólkahagtølini hjá Strandferðsluni.

Í 2016 flutti Strandferðslan 635.952 ferðafólk á teimum átta sjóvegis farleiðunum. Hetta er nakað meira enn hvat bussarnir fluttu á Bygdaleiðunum, nevniliga 517.316 í fjør.

Suðuroyarleiðin og Sandoyarleiðin eru nógv tær mest trafikeraðu leiðirnar. Hóast Smyril í miðal bert siglir tveir ella tríggjar túrar um dagin, so er tað kortini henda leiðin, sum flytir flest ferðafólk, 242.338, og bilar, 91.120.

Rættiliga stórur munur er á høg- og lágárstíð fyri allar farleiðirnar. Kanska serliga Mykinesleiðina, ið einans verður røkt í teimum fýra summarmánaðunum.

Hagtølini síggjast á heimasíðuni hjá Strandferðsluni.

Ferðafólk Akfør
Suðuroyarleiðin 242.338   91.120
Sandoyarleiðin 203.197 33.011
Nólsoyarleiðin 94.175 3.869
Kalsoyarleiðin 56.669 6.319
Mykinesleiðin 19.530 -
Fugloyar-/Svínoyarleiðin 15.394 20
Skúvoyarleiðin 3.734 -
Hestleiðin 915 75

Viðmerkjast skal, at tølini fyri Hestleiðina nokk ikki er heilt eftirfarandi, tí honbert er galdandi fyri tveir mánaðir. Hestleiðin hevur ikki verið gjørd upp fyri seg fyrr.

Les eisini: Yvir hálv millión við SSL-bussunum í fjør