(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Fleiri ferðsluóhapp í hálkuni



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

24.01.2018 - 08:49

Tíðindi > Lóg & Landaskil > Ferðsla

Óvæntað hálka hevur loypt hvøkk á bilførarar í nátt og í morgun. Trý ferðsluóhapp hava verið.

Við Ljósá fór ein bilur illa, tá hann fór á glið í hálkuni. Fyrsta fráboðanin var, at eingin fólkaskaði var. Bilførarin var koyrdur á landssjúkrahúsið til kanningar.

Á oyggjarvegnum fór ein bilur eisini av vegnum beint norðanfyri lambafelli. Eingin persónskaði stóðst at óhappinum.

Glerstoytt er runt alt Tórshavn. Hetta førdi til at ein bilur fór á glið og rendi á við skógrøkt á Hvítanesvegnum. Heldur ikki her var nakar persónskaði.



beint nú