Savnsmynd (Mynd: Jens Kr. Vang)

- Fleiri flokkar hava kontaktað meg

Sverri Egholm

03.04.2018 - 18:29

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

Fleiri flokkar hava sett seg í samband við Magna Laksáfoss, sum um páskini boðaði frá, at hann tók seg úr Sambandsflokkinum.

Tað segði Magni Laksáfoss við Dag & viku í kvøld.

Hann hevur ikki tikið støðu til hetta tí hann metir, at tað eru onnur týdningarmiklari mál at taka støðu til enn hvønn flokk hann skal fara í.

Júst hvør flokkur hevur víst áhuga, vil uttanflokkatingmaðurin ikki siga. Magni Laksáfoss ætlar at brúka einar tríggjar mánaðir at hugsa um støðuna.