Ellintur og Magni í sving

Fleiri føroyingar í uppvaskinum á Teenstreet

Sverri Egholm

01.08.2017 - 21:22

Mentan > Trúarlív

Uppgávurnar eru mangar á Teenstreet. Eg gekk mær ein túr framvið uppvaskinum eftir morgunmatin í morgun, og har hitti eg millum fleiri aðar føroyingar tveir fuglfirðingar, Ellint Abrahamsen og Magna á Lakjuni. Magni er eftirhondini havnamaður, men uppvaksin í Fuglafirði.

Arbeið teirra í morgun var at seta tallerkar í uppvaskimaskinuna. Og tað skal ganga skjótt, tí tað eru ikki færri enn 4000 í tali hvørja ferð. Og hetta skal jú gerast eftir hvørja máltíð, so tað vera nógvir tallerkar tilsamans ígjøgnum dagin.

Magni sigur fyri mær, at tað er aðru ferð, hann er á Teenstreet legu. Heima í Føroyum hevur hann annars undirvíst í mong ár á Tekniska skúla í Havn. Nú er hann stjóri fyri yrkisrættaðu útbúgvingarnar á Glasi.

Hjá Ellinti er hetta fyrsta ferðin á Teenstreet. Hansara dagliga yrki er at vera skipari á vaktarskipinum, Tjaldrinum. Hann var eisini skipari á Ólavi Halga í mong ár eftir, at hann gjørdist vaktarskip. Ellintur er annars óivað mest kendur í Føroyum sum formaður í Skipara og navigatørfelagnum. Hesa uppgávu hann hevði í mong ár, – men tað er nakað síðani nú.

Hann er á Teenstreet saman við konuni, Eyðgerð. Hon er leiðari fyri eitt gentulið. Og tað skuldi ligið væl fyri. Eyðgerð hevur jú fingist við børn og ungdóm alt sítt lív. Hon hevur verið lærari við Fuglafjarðar skúla í mong ár. Eyðgerð og Ellintur hava sína dagligu gongd í Fuglafjarðar kirkju missónshúsinum Tabor.

Skrivað hevur Eyðun á Lakjuni, teenstreet.fo