(Mynd: Jens Kr. Vang)

Fleiri heiðursmerki til føroyingar í DM í svimjing



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

13.11.2017 - 16:37

Ítróttur > Ítróttur > Svimjing

Magnus Jákupsson vann í gjár 50 metrar ryggsvimjingina á donsku meistarastevnuni á stuttgeil 2017. Hetta er fjórða árið á rað, at Magnus gerst DM vinnari á teininum, skrivar svimjing.com. Magnus vann kappingina við tíðini 24.23 sek. Hetta er besta tíðini hjá Magnus í 50 metur rygg til DM.

Óli gjørdi Magnusi kynstrið eftir, tá hann gjørdist danskur meistari í 400 metrar frísvimjing. Óli legði ikki so hart út og lá aftastur eftir 50 og 100 metrar. Óli setti tó ferðina upp, yvirhálaði allar hinar og lá fremst, tá 50 metrar restaðu í. Óli vann kappingina, og setti samstundis persónligt met við tíðini 3:48.76 minuttir.

Føroyingar vunnu eina rúgvu av heiðursmerkjum til DM á stuttgeil. Nú stevnan er liðug standa føroyingar eftir við 5 gullheiðursmerkjum og 2 silvurheiðursmerkjum.