(Mynd: Høgni Hammerfoss)

Fleiri framvegis ikki sloppin til hús

Sverri Egholm

10.06.2017 - 09:14

Tíðindi > Lóg & Landaskil > Løgregla

Øll eru ikki sloppin til hús enn á Tvøroyri eftir, at øll bygdin varð evakuerað í gjár.

Seint í gjárkvøldið varð trygdargeirin settur til 300 metrar eftir, at hava verið 1 kilometur í fleiri tímar. Sostatt sluppu nógv fólk á Tvøroyri heimaftur, men ikki øll.

Tey, sum búðu innanfyri trygdargeiran fingu loyvi at fara eftir teimum neyðugu tingunum, áðrenn tey fóru onkra aðrastaðni at sova, men trygdargeirin á 300 metrar var galdandi í alla nátt.

Men í morgun hava umboð fyri sløkkilið, bjaringarlið og løgreglu fund um støðuna, og klokkan 11 verða nýggj boð at frætta um hvussu verður.

Tað var fyrrapartin í gjár, at ógvusligur eldur kolaði virkið hjá Varðanum Pelagic á Tvøroyri upp. Bjargingaskip og sløkkiliðsbilar úr Havn vóru send suður, og saman við sløkkiliðunum í Suðuroynni fingu tey sløkt eldin út á seinnapartin.