Nora Mørk í dysti

Fleiri kvinnur á norska landsliðinum umhugsa at gevast

Ari av Rana

17.01.2018 - 17:17

Ítróttur > Ítróttur > Hondbóltur

Gølan í norska hondbóltssambandinum tekur dik á seg. Eftir at tað kom fram at menninir á norska hondbóltslandsliðinum hava havt privatar myndir av Noru Mørk á telefonunum, hevur stórt trýst verið á hondbóltssambandið.

Longu í oktober visti Nora Mørk, at tveir av monnunum á norska landsliðinum høvdu myndirnar. Tá fór hon til hondbóltssambandið fyri at fáa tað steðga. Hon ynskti at fáa fíggjarliga hjálp frá hondbóltssambandinum, so at hon kundi seta ein sakførara at fáa steðga deilingina av myndunum, og hon vildi hava eina umbering. Hon fekk hvørgan.

Nú tað er komið fram at fleiri av monnunum á landsliðinum hava myndirnar, eru fleiri av kvinnunum á norska hondbóltslandsliðinum, sum stuðla Noru Mørk. Seks teirra hava sent bræv til hondbóltssambandið.

- Hetta fær meg at umhugsa, um eg vil spælda undir einari tílíkari leiðslu. Aðrar fara nokk at hugsa tað sama, sigur Heidi Løke, sum hevur vunnið EM, HM og OL við norska landsliðinum við VG.

Heidi Løke sigur, at tær seks halda tað verða sera keðiligt at Nora Mørk umhugsar at gevast á landsliðinum.

- Vit skrivaðu eisini, at hondbóltssambandið eigur at koma við eini umbering, og at tað veruliga fer at taka sakina í álvara. Tað er týdningarmikið at genturnar standa saman um hetta, so at tað ikki hendir aftur, sigur Heidi Løke.

Millum tær seks, sum hava sent brævið eru Heidi Løke, Stine Bredal Oftedal og Kari Aalvik Grimsbø.