Peter Madsen (t.v.) og Kim Wall (t.h.) (Mynd: TV2)

Fleiri kvinnur vórðu bjóðaðar í kavbátin

Ari av Rana

04.04.2018 - 13:55

Tíðindi > Uttanlands > Brotsverk

Tveir dagar áðrenn Kim Wall sigldi avstað í kavbátinum hjá Peter Madsen, bjóðaði Peter fleiri kvinnum við í kavbátin.

Undir sakarmálinum móti Peter Madsen hava fleiri kvinnur fortalt, at tær vórðu bjóðaðar við í kavbátin fáar dagar áðrenn hann sigldi avstað við Kim Wall.

Ein kvinna fortaldi í rættinum í dag, at hon tann 8. august, t.v.s. tveir dagar áðrenn Kim Wall fór umborð á kavbátin, varð spurd um hon vildi einsamøll við Peter Madsen í kavbátin.

Kvinnan fortaldi, at hon møtti Peter Madsen sjey ár fyrr til eina veitslu, sum kallaðist Kinky Salon. Tey bæði høvdu havt eitt sindur av samband síðani tá, tá tey møttust í býnum.

Í mai setti Peter Madsen seg í samband við hana gjøgnum Facebook, og spurdi um hon vildi ein túr við UC3 Nautilus. Fyrst skuldi talan verða um eina útferð saman við børnunum og sjeikinum hjá manninum. Men um juni ella juli byrjaði Peter Madsen at siga, at tey bæði skuldi fyrst avstað einsamøll, so hon kundi vita, um henni dámdi tað. Tann 8. august sendi hann henni eini tekstboð, har hann spurdi um hon vildi við komandi vikuskiftið, skrivar TV2.

Tvær aðrar kvinnur hava somuleiðis greitt frá, at Peter Madsen bjóðaði teimum við í kavbátin.