Alvi, Niels, Bartal og Óli settu tvey føroysk met í liðsvimjing (Mynd: svimjing.com)

Fleiri met sett um vikuskiftið



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

12.06.2018 - 10:52

Ítróttur > Ítróttur > Svimjing

Svimjararnir høvdu nakrar góðar dagar um vikuskiftið, tá FM í langgeil varð hildin í Páls Høll í Vági. Umframt at meginpartin av svimjarunum tóku seg fram, vórðu 5 met sett á stevnuni.

Serliga væl gekk hjá besta mansliðinum hjá Havnar Svimjifelag, sum megnaði at seta nýggj føroysk met á øllum trimum liðsvimjingunum, sum teir kundu luttaka í. Í 4x100 metrar blandað svimjing settu Óli Mortensen, Alvi Hjelm, Niels Nattestad og Bartal E. Eidesgaard met við tíðini 4:11.85. Gamla metið átti SuSvim við tíðini 4:12.18.

Næsta metið somu svimjararnir úr Havnar Svimjifelag tóku var í 4x200 metrar frísvimjing. Nýggja metið eitur 8:05.01. Gamla metið átti Havnar Svimjifelag við tíðini 8:08.47.

Triðja metið, sum besta mansliðið hjá Havnar Svimjifelag setti, var í 4x100 metrar frí. Óli Mortensen, Johan N. Dam, Alvi Hjelm og Bartal E. Eidesgaard svumu greinina við tíðini 3:40.47. Gamla metið átti SuSvim við tíðini 3:42.95.

Ægir dreingir vildu eisini sleppa upp í part, og teir gjørdu ikki mætari enn at seta tvey juniormet í frí liðsvimjingunum. Í 4x200 frí settu Róku Trygvason, Martin V. Sivertsen, Denis Voropaev og Nathanael A. Matras nýtt juniormet við tíðini 8:52.91.

Í 4x100 metrar frí settu somu svimjararnir nýtt føroyskt juniormet við tíðini 3:57.26.

Kelda: Svimjing.com



beint nú