Fleiri skotin á veitslu í Malmø



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Jógvan Hugo Gardar

13.08.2017 - 10:31

Tíðindi >

Um sekstíðina í morgun fekk løgreglan í Malmø boð um at onkur skjeyt á eini veitslu í býnum. Tá løgreglan kom á staðið komu tey fram á tríggjar ungdómar við skotløstum.

Tveir av teimum, tveir menn í 20'unum, eru sambært Expressen, enn í lívsvanda, meðan tann triðji, ein tannáringur hevur fingið minni skaðar.

Skothendingin hendi í einum veitsluhæli har nógv tíggjutals fólk vóru til staðar. Ein óboðin gestur skal hava verið ringur at hava við at gera. Hesin skal vera farin frá staðnum, og vera komin aftur seinni saman við einum æðrum manni. Hesin skal hava skotið uppunir loftið fyrst, og rópað: Hvør slóg beiggja mín?

Síðani skal hann hava skotið tilvildarliga eftir fólki, og rakt millum annað fólk á dansigólvinum.

Hvør sum skjeyt, og hví, veit løgreglan í skrivandi løtu ikki, sambært svenskum og norðurlendskum miðlum.