Mynd: Sigmund Vang/Dimmalætting

Fleiri sýningar av Pettson og Findus um vikuskiftið



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sverri Egholm

06.10.2017 - 14:31

Mentan > Mentan > Sjónleikur

Pettson og Findus fara aftur á pall komandi vikuskifti. Hesum boðar Sjónleikarahúsið frá.

Leikurin er bygdur á Pettson og Findusbøkurnar hjá Sven Nordqvist, sum eru um ein heldur tvøran gamlan stavn í høgum hatti, sum býr í einum reyðum húsi við hvítum vindeygum, saman við eini kettu. Hanna Flóvinsdóttir og Hjálmar Dam hava týtt og viðkað um leikritið, og tey spæla leiklutirnar sum Pettson og Findus

Sven Nordqvist er av bestu skaparunum av myndabókum, og tað hevur eydnast Nicolaj Falck og Klæmint H. Isaksen at flyta á pall í Sjónleikarhúsinum, verðina hjá Pettson og Findus, soleiðis at bæði børn og vaksin uppdaga alt møguligt í teim skilaleysu staklutunum.

- Tíverri eydnaðist ikki øllum at sleppa til sýningarnar, og fáa tey vónandi møguleikan nú, sigur Sjónleikarahúsið.

- Hetta er barnaleikur til tey minstu, men tað skal ongin ivi vera um barnsligar sálir eisini fáa nakað burturúr at sita eina løtu í Sjónleikarhúsinum og hyggja at Pettson og Findus.