Fleiri trýstpressubingjur koma út á endurnýtsluplássini



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Tíðindaskriv

12.06.2018 - 22:12

Tíðindi >

IRF hevði í farnu viku vitjan av fólki úr Nes, Kvívíkar, Sørvágs og Vága kommunu. Hesar kommunur hava gjørt íløgur í trýstpressubingjur til vanligt brenniburturkast. Bingjurnar, sum eru 20 m3til støddar, trýsta burturkastið saman, soleiðis at tær, sambært framleiðaranum, kunnu rúma heilt upp í 6-7 ferðir so nógv burturkast (uml. 120 - 140m3).

Palli Sivertsen, ið er leiðari á Endurnýtsluni í Klaksvík, hevur nú roynt bingjurnar í nøkur ár. Tískil fóru omanfyri nevndu kommunur í farnu viku á vitjan hjá honum at fáa vegleiðing í rakstri og viðlíkahaldi av bingjunum.

Endurnýtslan í Klaksvík hevur tríggjar trýstpressubingjur; tvær til vanligt brenniburturkast og eina til pappír og papp. Bingjurnar í Klaksvík komu í ávikavist 2015, 2016 og 2107, og hava tær sum heild roynst sera væl. Tær kunnu latast upp í báðum síðum, og lættir hetta nógv um hjá borgarum at sleppa av við burturkasti. Bingjurnar hava eisini lætt munandi um arbeiðið hjá starvsfólkunum á plássinum, tí tað verður ikki líka nógv orka og tíð lagt í at stúva burturkastið saman. Harumframt er ikki neyðugt hjá IRF at tøma bingjurnar eins ofta og áður, og gerst hendan útreiðslan hjá kommununi sostatt minni.

Sparing hjá kommununi
Longu nú vísa bingjurnar seg at vera ein fíggjarlig sparing í rakstrinum av Endurnýtsluni í Klaksvík. Bingjurnar koma at halda í nógv ár framyvir, og íløgan verður vunnin innaftur við tíðini.

Tá tosað verður um, hvussu leingi tað tekur hvørjari kommunu at vinna íløguna innaftur, er týdningarmikið at hava í huga, at góðu tíðirnar í samfelagnum í stóran mun síggjast aftur í nøgdunum av burturkasti. IRF tók í 2017 ímóti 159.809 tonsum av burturkasti til brenningar. Hetta er 9,3% meira enn árið fyri. Sama ár komu 71.006 tons av burturkasti inn til endurnýtslu, og er hetta ein hækking á 16% samanborið við 2016.

Nøgdirnar av burturkasti vaksa sum ongantíð áður, og sostatt kann sparingin við eini trýstpressubingju í fyrstu atløgu tykjast minni hjá kommunum, enn hvat hon í roynd og veru er.

Rakstur og viðlíkahald
Hvussu nógv burturkast fæst í trýstpressubingjurnar veldst um, hvat slag av burturkasti verður koyrt í. Alt tað sonevnda bleyta brenniburturkastið hóskar seg best til bingjurnar, meðan t.d. timbur og madrassur ikki roynist eins væl at trýsta saman. Tískil er tað skilabest um hetta burturkastið verður latið í vanligar bingjur. Harumframt verður eisini mælt til, at alt burturkast, ið lættliga verður tikið av vindi, verður latið í pressubingjurnar, tí pressurnar verða tømdar inni í køstinum á Brennistøðini hjá IRF á Hagaleiti, og kunnu vit á henda hátt tryggja, at lætt burturkast ikki fer á flog og endar úti í náttúruni.

Vanliga megna Palli og hjálparfólk hansara at fáa 4-5 ferðir 20m2av burturkasti í bingjurnar, og verður hetta mett at vera heilt nøktandi.

At trýstpressubingjurnar verða rætt viðfarnar og viðlíkahildnar er sera umráðandi fyri at økja um gagnnýtsluna og lívitíðina á bingjunum. Tískil vegleiddi Palli vitjandi kommunur um eitt nú rakstur, skynsemi, reingerð, smyrjing og annað viðlíkahald av bingjunum.

- IRF