Mynd: Hagstova Føroya

Flest mannfólk í tilflytingini fyrsta ársfjórðingin



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

15.05.2018 - 16:34

Tíðindi > Fólkatal

Fólkatalið var 50.778 tann 1. apríl. Tað vaks við 789 fólkum ella 1,6% í 12-mánaðar skeiðinum 1. apríl 2017 – 1. apríl 2018. Tað kemur av einum burðaravlopi á 213 og nettotilflyting á 576. Samanborið við undanfarna 12-mánaðarskeiðið er burðaravlopið minkað við 85, men tað er meir enn uppvigað av, at nettotilflytingin er vaksin við 144, skrivar Hagstova Føroya.

Síðsta ársfjórðingin hevur verið serliga stór tilflyting av mannfólki. Samanborið við fyrsta ársfjórðing í fjør vaks nettotilflytingin av mannfólki úr 69 upp í 176, meðan nettotilflytingin av konufólki bert vaks við einum, úr 63 í 64.

Landafrøðiliga var fólkavøkstur í øllum sýslum uttan Sandoyar. Størsti vøksturin lutfalsliga var í Eysturoyar sýslu við 2,3%, har av serliga í Sjóvar kommunu við 56 fólkum ella 5,7%.

Veksur skjótast í Eysturoy – minkar í Sandoy
Fólkatalið vaks í øllum høvuðsøkjum uttan í Sandoy. Lutfalsliga er nógv størsti vøksturin í Eysturoy, og hóast fólkatalið er næstan tað dupulta í Tórshavnarøkinum, so er vøksturin í tali næstan líka stórur í Eysturoy sum í Tórshavnarøkinum.

Næst eftir Eysturoyar sýslu við 2,3% er størsti lutfalsliga vøksturin í Streymoyarøkinum uttan fyri Tórshavnarøkið við 1,8%. Síðan kemur Norðoya sýsla við 1,7%, og Vága sýsla og Tórshavnarøkið við 1,5% hvør – eitt vet undir landsmiðal á 1,6%. So er eitt lop niður til Suðuroy við 0,5%, tað eru 22 fólk, og beinleiðis minking er í Sandoyar sýslu við 1,1%, tað eru 14 fólk.

Tað eru serliga veksandi tilflyting og minkað fráflyting, ið skapa fólkavøksturin
Tann stóra broytingin í gongdini í fólkatalinum kemur einamest av broyttu flytingini, har fráflytingin er minkað nógv, samstundis sum tað hevur verið ein vøkstur í tilflytingini. Vit skulu heilt aftur til 1980 fyri at finna so lágt tal fyri fráflytingina, sum tey 1.142, ið fluttu av landinum farna 12-mánaðarskeiðið. Rokna vit fráflytingina í mun til fólkatalið, hevur hon ongantíð verið minni tey síðstu hálvthundrað árini, vit røkka aftureftir í hagtalsgrunninum.

Meðan fráflytingin nú á fjórða árið hevur lagt seg á eitt javnt lágt støði, so veksur hinvegin tilflytingin framvegis á fimta ári. Samanlagda úrslitið av minni fráflyting og størri tilflyting er, at nettoúrslitið – nettotilflytingin - er vaksin í stórum.

Samanbera vit hetta árið við tey heldur vánaligu árini 2009 -13, so er árliga fráflytingin nú stívliga 600 fólk minni og tilflytingin eini 400 størri – og tí er ein negativ nettoflyting á 465 í 2011/12 vend til eina positiva nettoflyting upp á 575 hetta 12-mánaðarskeiðið 2017/18.

Burðaravlopið minkar
Samanborið við undanfarnað 12-mánaðskeiðið minkaði burðaravlopið (munurin millum fødd og deyð) munandi við 85, úr 298 niður í 213 hetta 12-mánaðskeiðið. Orsøkin er, at samstundis sum føðitalið minkaði niður í 646, vaks talið av deyðum upp í 433.

Nú eru fleiri menn enn kvinnur í fólkavøkstrinum
Av vøkstrinum í fólkatalinum á 789 eru nakað fleiri mannfólk enn konufólk, 414 samanborið við 375. Hetta er ein broyting til trendin frammanundan, har kvinnurnar høvdu yvirvág í fólkavøkstrinum. Munurin sæst týðiligast í nettotilflytingini, har tað vóru 347 mannfólk og 229 konufólk síðsta 12-mánaðarskeiðið.

Í føðitalinum eru 44 fleiri gentubørn, meðan í deyðatalinum eru 35 fleiri mannfólk. Men av tí at í nettoflytingini er nógv størri tal av mannfólki – 347 mótvegis 229 - verður úrslitið tilsamans, at í fólkavøkstrinum hetta 12-mánaðarskeiðið vóru 39 fleiri mannfólk enn konufólk.

Óvanliga stór nettotilflyting av mannfólki higartil í ár
Síðstu trý-fýra árini hevur verið eitt rættiliga fast mynstur í nettoflytingini mánað fyri mánað, sum tað sæst á myndini omanfyri. Eitt sera stórt frávik er tó í januar-mars í ár. Samanborið við januar-mars í fjør vaks nettotilflytingin av mannfólki úr 69 upp í 176, meðan nettotilflytingin av konufólki vaks úr 63 upp í 64.

Tað er í sjálvari tilflytingini, at hesin stóri munur millum kynini kemur fram. Hetta sæst av talvuni niðanfyri, ið vísir tilflytingina fyrsta ársfjórðing í ár og í fjør. Talið av kvinnum er eitt vet minni, men talið av mannfólki er 91 fleiri ella 68% størri enn sama tíðarskeið í fjør.

Fólkavøksturin heldur fram við somu ferð
Seinastu trý árini hevur sum nevnt verið óvanliga stórur fólkavøkstur, og hann heldur fram sum sæst av myndini niðanfyri. Ferðin í vøksturin hevur verið um 1,5% fyri hvørt 12-mánaðarskeið, men linkaði nakað tíðliga í vetur til 1,4% og 1,3%. Hetta kundi bent á, at vit sóu fyrstu tekin til, at ferðin var farin um tað hægsta og fór at linka enn meir teir komandi mánaðirnar. Men seinni í vetur og nú í vár er vøksturin komin uppaftur og er nú 1,6%. Sum nevnt eru tølini smá, ið gera hesar broytingarnar í minni burðaravlopi og nettotilflyting og kunnu eisini venda hinvegin aftur við næstu uppgerðir.

Upp um 51-túsund á ólavsøku?
At fólkatalið tann 1. apríl er komið upp á 50.778 kann gera, at vit væntandi koma upp um 51-túsund fólk í summar. Um gongdin teir næstu fáu mánaðirnar verður nøkulunda sum í fjør, kann fólkatalið veksa við eini 225 fólkum í apríl-juni, so at vit kunnu fara upp um 51-túsund longu áðrenn ólavsøku.

Lutfalsliga er størsti vøkstur í nøkrum av smærri og miðalstóru kommunum
Kommunurnar eru so ógviliga ymiskar í stødd, so ringt er at gera samanberingar. Tær størstu kommunurnar veksa mest í tali. Lutfalsliga liggja bæði Tórshavnar og Klaksvíkar kommunur ájavnt við landsmiðal á 1,6%, meðan Runavíkar kommuna er nakað niðanfyri við 1,3%. Av stóru kommununum er tað bara Tvøroyrar kommuna, har fólkatalið stendur í stað.

Lutfalsliga er vøksturin størstur í nøkrum av teim smærri og miðalstóru kommununum, so sum Sjóvar kommuna við 5,7%, Nes kommuna við 3,7% og Sunda kommuna við 2,8%

Aðrar smærri og miðalstórar kommunur við vøkstri væl oman fyri landsmiðal eru Eiðis, Hvannasunds, Sørvágs og Vestmanna kommunur.

Av smáu kommununum er størsti vøkstur í Porkeris og Kunoyar kommunum. Hinvegin var størsta minkingin í Hvalbiar, Famjins, Húsavíkar og Fugloyar kommunum.

Samantikið er vøkstur í 21 kommunum og minking í 8. Á myndini niðanfyri eru kommunurnar settar í raðfylgju frá størstu minking til størstan vøkstur í tali.

Av oyggjunum er bara minking í Sandoy, Svínoy og Fugloy
Verður hugt eftir gongdini í einstøku oyggjunum, er munandi fólkavøkstur í øllum teim stóru oyggjunum, tó bert lítil vøkstur í Suðuroy og ein heldur stór minking í Sandoy.

Í nøkrum útoyggjum veksur fólkatalið, men bert við heilt fáum fólkum, so sum Kalsoy, Hestoy, Skúvoy og Mykinesi, meðan tað er minkandi fólkatal í Fugloy og Svínoy. Á útoyggjum eru tað sum heild sera smá tøl, ið ofta skifta ymiskan veg.