(Kvf.fo)

Flestu føroyingar trúgva bíbilsku skapanarsøguni

Sverri Egholm

12.04.2018 - 20:28

Tíðindi > Trúarlív

Flestu føroyingar trúgva bíbilsku skapanarsøguni heldur enn menningarlæruni. Tað vísir kanning í sambandi við sjónvarpsrøðina Gud signi Føroyar.

Sum fimti parturin í sjónvarpsrøðini Gud signi Føroyar avdúkaði, hevur ein av spurningunum til endamáls at kanna, hvat føroyingar halda um menningarlæruna, sum upprunaliga varð sett fram av Charles Darwin í 1859. Tvs. læran um, at alt lív hevur ein felags uppruna, og at alt lív hevur ment seg ígjøgnum milliardir av árum.

Tann størsti bólkurin, 52 prosent, siga seg vera kreationistar og trúgva, at menniskjan varð skapt av Gudi ella eini hægri makt. Hesi trúgva ikki, at menniskjan er vorðin til yvir drúgva tíð, og at menniskju og eitt nú apur hava sama uppruna.

Meira kann lesast her