Fletta 700 seyðir hesa vikuna

Snorri Brend

23.09.2014 - 20:43

Tíðindi > Seyðahald

Hetta er tíðin tá menn ganga fjøllini, og har nógv verður tosað og reypað um vekt og stødd.

Nógvastaðni fletta menn sjálvir, men fleiri teirra taka eisini við tilboðnum frá Krás í Hósvík um at lata starvsfólkini har fletta lombini.

Higar koma nevniliga bøndur úr fleiri oyggjum við seyðum sínum til flettingar. Og teir fyrstu hava longu verið her.

Í gjár flettu teir 140 seyðir og í dag verða væntandi 130 aftrat flettir, so her er av álvara komin gongd á hjá teimum.

- Vit vænta at hava flett einar 700 seyðir, tá henda vikan er liðug, upplýsir dagligi leiðarin hjá Krás, Alberg Gaardlykke fyri Portalinum.


3000 ÍALT
Alberg Gaardlykke væntar, at tá flettingin er at enda komin hava teir helst flett einar 3000 seyðir.

Og hetta er munandi meiri enn teir flettu í fjør, tá teir flettu einar 2000 seyðir.

Orsøkirnar til hetta eru tvinnandar: Tað er vorðið bíligari at fletta her í Hósvík, eins og teir lata meiri fyri hvørt kilo av lambskjøti.

Seyðurin kemur út ymsum hagapørtum og bygdum, - eitt nú úr Fuglafirði, Selatrað og aðrastaðni. Í morgun kom til dømis eitt fylgi úr Saksun til flettingar.

Les eisini: 
Myndir: Fletta í Hósvík

- Vit hava eisini fingið fyrispurningar bæði av Sandoynni og úr Suðuroy. So hetta teknar gott, sigur Alberg Gaardlykke.