Levi Joensen, bóndi (Mynd: Norðlýsið)

Fletting: Tey flestu lógu um 30 pund

Snorri Brend

24.09.2014 - 14:57

Tíðindi > Seyðahald

Hetta er tíðin, tá farið verður á fjall. Og soleiðis var eisini, tá klaksvíkingar leygardagin vóru á fjalli í Barmi.

Við Norðlýsið sigur Levi Joensen, bóndi í Barmi, at tað gekk gott at reka leygardagin.

- Vit vóru 8 mans og 10 hundar. Alt, sum vit sóu, kom í rætt, greiðir hann frá.

Teir komu heim við 59 lombum, har 10 teirra verða slept.

Í sambandi við flettingina kundu teir staðfesta, at brundseyðirnir vigaðu millum 96 og 100 pund livandi.

Tilsamans eru 65 ær í haganum, og tí metir Levi, at tað er í lagi við lambatalinum í ár.

- Eg fletti 27 lomb mánadagin, og har lógu tey flestu um 30 pund.

- Í mun til undanfarin ár, so haldi eg at vektin er betri í ár, sigur Levi Joensen við Norðlýsið í gjár, meðan hann var á fjalli í Villingardali, sum hoyrir til Viðareiðis bygd.