TB fær ikki møguleikan at verja sítt heitið sum steypavinnari í finaluni. Fleyr vann hálvfinaluna millum liðini 3-1.

Fleyr og Dráttur í finaluni hjá kvinnum



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Agnar Frederiksen

10.02.2018 - 18:05

Ítróttur > Ítróttur > Flogbóltur

Eftir hálvfinalurnar hjá kvinnum í KÍ-høllini seinnapartin, er greitt at tað verða Fleyr úr Havn, og Dráttur, sum hevur heimstað á Giljanesi, ið skulu dystast í steypafinaluni.

Fleyr er oddalið í meistaradeildini, og var favorittur ímóti TB. Hetta livdi havnakvinnur eisini upp til. Ein tepur sigur í fyrsta setti var fylgdur upp við einum greiðum sigri í øðrum setti. TB svaraði aftur í triðja setti, men so setti Fleyr tingini uppá pláss í fjórða setti.

Í hinari hálvfinaluni hittust Mjølnir og Dráttur. Eisini her endaði tað 3-1. Dráttur kom á odda 2-0 í settum. Mjølnir fekk síðani minka við at vinna triðja sett, men so avgjørdi Dráttur í fjórða settinum, ið gjørdist tað seinasta. 

Í fjør vunnu kvinnurnar hjá TB steypafinaluna, men í ár skal ein nýggjur vinnari finnast.


Hálvfinalurnar hjá kvinnum 10/2:

TB - Fleyr 1-3:

25-22, 25-11, 22-25 og 25-17.

Dráttur - Mjølnir 3-1:

25-21, 25-17, 19-25 og 25-16.


Í løtuni spæla Mjølnir og ÍF í fyrru hálvfinaluni hjá monnum. Triðja sett er í gongd, og í løtuni er støðan 1-1 í settum. Eftir hesa hálvfinaluna hittast SÍ 1 og SÍ 2 í seinasta dystinum á hesum "Seinastu 4" - degnum í KÍ-høllini.

Kringvarpið stroymir hálvfinalurnar her:

http://kvf.fo/webservice/player/event




beint nú