Fleyr tryggjaði sær FM á sannførandi hátt



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Agnar Frederiksen

14.04.2018 - 15:00

Ítróttur > Ítróttur > Flogbóltur

Fleyr vann 3-0 í fyrru finaluni hósdagin, og í dag var heldur ikki so nógvur ivi. Fleyr tryggjaði sær FM-heitið og greipuna við enn einum 3-0 sigri á KÍF.  

Fleyr – KÍF 3-0 (25-20, 25-23, 25-11)

Í 1. setti var tað nokkso javnt frá byrjan. Men Fleyr tók síðani yvir og sat trygt á settinum, hóast KÍF vann nakrar bóltar ímóti endanum.

2. sett var tað mest spennandi, og KÍF kom væl betri frá byrjan. Kollfirðingar vóru einaferð á odda 7-3, men tað var tó skjótt at Fleyr kom uppá javnt 10-10. KÍF hekk í favorittunum allatíðina, og tað gjørdist sera spennandi til endans. Men tað var vælleikandi Anja Danielsen, ið avgjørdi settið við einum dundursmashið. 25-23 og nú var alvorlig mótbrekka hjá KÍF-kvinnunum.

Og Fleyr gjørdi arbeiði liðugt í 3.setti, og tað við manér. Tað endaði við 25-11 sigri, og so kundi Fleyr kalla seg FM-vinnari.

Sera gott álopsspæl hjá Fleyr, og góðar servur, ið KÍF hevði trupult við at handfara vóru við til tryggja sigurin. Fleyr-kvinnurnar hava verið sannførandi alt árið, vunnu steypakappingina, og vunnu tilsamans 6-0 í FM-finalunum. So samanumtikið eitt frálíkt kappingarár, hjá teimum bláu úr Havn, har uppiborin steyp eru komin í hús.

Um ein tíma fer mansfinalan í gongd. ÍF vann 3-2 á Mjølni í einum gysara hóskvøldið,  so lagt er upp til ein spenanndi dyst aftur í dag.