(Mynd: EPA)

Flight Recordarin váttar illgrunan um sjálvmorð

Ingi Samuelsen

03.04.2015 - 13:45

Tíðindi > Uttanlands > Vanlukkur

Í gjár var hin svarti kassin frá niðurdotna Germanwings-flogfarinum funnin í fronsku Alpunum. Og her verður enn einaferð prógvað, at Andreas Lubitz, stýrimaður, tilvitað stýrdi flogfarið við 150 fólkum umborð niður í fronsku Alpurnar.

Kassin varð funnin í gjár av fólkunum, sum nú í níggju dagar hava leitað og ruddað í økinum har flogfarið rendi í fjallalíðina.

Tað er sokallaði ”flight redord”-arin, sum gevur upplýsingar um kós, hædd og hvørjar knøttir, ið vórðu brúktir í stýriklivanum.

- Fyrsta lesingin vísir, at stýrimaðurin í stýriklivanum brúkti sjálvstýraran til at stýra flogfarið niður í 100 fóta hædd. Harumframt broytti hann fleiri ferðir stillingarnar í sjálvstýraranum til at økja um ferðina á flogfarinum, sigur franska skaðanevndin, BEA, í eini fráboðan.

Tann fyrri svarti kassin – sonevndi ”voice rekord”-arin – varð funnin sama dag sum vanlukkan hendi. Hann avdúkaði, at annar stýrimaður, Andreas Lubitz, eftir øllum at døma tilvitað hevði stýrt flogfarið niður í fjøllini.

Á ljóðupptøkunum hava granskararnir hoyrt, hvussu stýrimaðurin eggjaði flogskiparan til at vara á vesi, fyri síðan at hava sett týska Airbus A320-flogfarið á deyðakós.

Flogfarið hevði eina ferð meira enn 700 kilometrar um tíman, tá tað rakti fjallið, og tað er eisini orsøkin til, at tað smildraðist í smápettir.