Savnsmynd frá steypafinaluni 2015

Flogbóltur: Dráttur í FM-finaluni



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

20.03.2017 - 10:25

Ítróttur > Ítróttur > Flogbóltur

Dráttur hevur tryggjað sær annað plássið í finaluni um føroyameistaraheitið í flogbólti fyri kvinnur.

Dráttur spældi heima á Giljanesi í gjár móti ÍF, og vann trygt 3-0. Settúrslitini vóru 25-17, 25-8 og 25-11.

Føroyameistaraskapurin verður avgjørdur í FM-finaluni, sum verður spældur í tveimum umførum á páskum. KÍF og TB kappast um hitt plássið í finaluni.

Hini úrslitini um vikuskiftið vóru: SÍ-TB 0-3, ÍF-KÍF 1-3, KÍF-SÍ 3-0, Ternan-Mjølnir 3-0, TB-Fleyr 3-2.

Støðan í meistaradeildini er tann, at Dráttur hevur 32 stig, KÍF 28, TB 22, Fleyr 19, SÍ 14, Mjølnir 11, Ternan 8 og ÍF 7.

Landskappingin endar 1. apríl.