Flogbóltur: Føroyar taptu gysara-dyst

Ingi Samuelsen

29.06.2017 - 18:40

Ítróttur > Ítróttur > Flogbóltur

Føroysku flogbóltsmenninir komu tíverri ikki í finaluna á oyggjaleikum á hesum sinni.

Men ein stóran part av dystinum, høvdu føroyingar takið á Sarema-monnunum, hóast úrslitið 3-0 sigur nakað annað. Veruleikin er tann, at føroysku menninir spældu nakað av tí besta, teir nakrantíð hava spælt – tað vóru spælararnir sjálvir samdir um eftir dystin – og so harða mótstøðu hevur sterka liðið úr Saarema ongantíð fingið á oyggjaleikum.

Saaremaa var frammanundan dystinum mett at vera so at siga ómøguligt at vinna, men so var ikki í kvøld. Í fyrsta setti lógu Føroyar á odda leingi, men estisku oyggjabúgvarnir vunnu at enda 25-23.

Í øðrum setti hevði Saaremaa tó eitt lítið sindur lættari spæl, og vunnu 25-21.

Men í triðja setti gjørdist ómetaliga spennandi. Føroyar høvdu eina leiðslu alla tíðina, men menninir av Saaremaa vístu seg at vera snildari. Teir komu upp á 24-24, og so upp á 25-24. Eftir hetta megnaði Føroyar at javna hvørja ferð, so teir komu upp á 27-27 áðrenn tað eydnaðist hinum at vinna tveir bóltar og triðja sett 29-27.

Í hinari hálvfinaluni vann Áland í kvøld 3-0 á Gotlandi, og sostatt verður tað Áland og Saremaa, sum skulu berjast um gullið í morgin, og Føroyar og Gotland um bronsuna.