Flogbóltur: Føroysku kvinnurnar føra 2-0

Ingi Samuelsen

02.07.2015 - 15:50

Ítróttur > Ítróttur > Flogbóltur

Tað gongur eftir ætlan hjá føroysku flogbóltskvinnunum, sum í løtuni spæla hálvfinalu móti Menorca.

Føroyar vunnu fyrsta sett trygt, 25-16. Annað sett er júst avgjørt, og tað gjørdist ein líka so tryggur sigur til Føroyar hesaferð, 25-12. 2-0 til Føroyar og bert eitt sett frá finaluplássinum.

Klokkan 17 í dag skulu menninir spæla sína hálvfinalu móti Álandi. Tann uppgávan kann tykjast harðari, tí Áland gjørdist greiður vinnari av hinum innleiðandi bólkinum. Føroyar gjørdist nummar tvey í sínum bólki eftir Saaremaa.