(Mynd: FBF)

Flogbóltur: Landskappingin hjá monnunum byrjar aftur í dag

Niels Petersen

08.01.2017 - 09:37

Ítróttur > Ítróttur > Flogbóltur

Eins og hjá kvinnunum, so skulu menninir eisini í gongd aftur við landskappingina um vikuskiftið, og í dag eru tveir dystir á skránni í Meistaradeildini. Í Sørvági tekur SÍ móti ÍF og á Toftum spæla Ternan og Mjølnir.

SÍ, sum liggur á fjórða plássi í Meistaradeildini hjá monnum hevur vitjan av ÍF, sum tykist at vera einasta liðið sum í løtuni klárar at geva Fleyr kapping um oddasessin. Skuldi tað ikki eydnast ÍF at fingið fulla úrtøku í Sørvági, so kann Ternan í hinum dystinum hinvegin hála seg inn á ÍF, um toftamenn væl at merkja klára at koppa klaksvíkingunum úr Mjølni.

Dysturin á Toftum byrjar klokkan 14:00 og dysturin í Sørvági byrjar klokkan 16:00.

Í steypakappingini spældu ÍF og Ternan seg víðari úr bólki 1, meðan Fleyr og SÍ spældu seg víðari úr bólki 2. Hesi liðini eru sostatt í hálvfinalunum.

Støðan í Meistaradeildini hjá monnum:


1. Fleyr   20 stig fyri 7 dystir
2. ÍF        15 stig fyri 7 dystir
3. Ternan  9 stig fyri 7 dystir
4. SÍ          7 stig fyri 6 dystir
5. Mjølnir  0 stig fyri 7 dystir