Thorvald Danielsen, hevari, sum nú aftur leikar við Mjølni

Flogbóltur: Oddalið møtast



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

24.11.2017 - 21:50

Ítróttur > Ítróttur > Flogbóltur

Í mannfólkadeildini møtast oddaliðini Mjølnir og Fleyr í Klaksvík leygardagin kl. 17:30 í Badmintonhøllini. Hetta er samstundis oddadystur, tí í løtuni liggur Mjølnir á odda við 15 stigum, meðan Fleyr hevur 10 stig.

Liðini hava higartil í ár spælt tveir dystir ímóti hvørjum øðrum, og av teimum hava tey vunnið ein í part. Dysturin ímóti Fleyr er eisini tann einasti, sum Mjølnir hevur tapt í ár.

Hin dysturin í meistaradeildini hjá monnum er á Kambsdali sunnudagin kl. 15:00 millum ÍF og SÍ. Eisini hesi liðini hava leikt tveir dystir ímóti hvørjum øðrum, og hava harav vunnið hvør sín dyst. SÍ hevur 6 stig, meðan ÍF hevur 5 stig.

Hetta er samstundis seinastu dystirnir í landskappingini í ár, tí komandi vikuskifti byrjar steypakappingin.

Í kvinnudeildini tekur TB ímóti Drátti í Trongisvági leygardagin kl. 13:00. Fyrra dystin millum liðini vann Dráttur 3-0. Dráttur hevur í løtuni 4 stig og liggur á 4. plássi meðan TB liggur á 6. plássi við 3 stigum.

Hin dysturin í meistaradeildini hjá kvinnum verður í Sørvági kl. 13:00 sunnudagin. Tá tekur SÍ ímóti Fleyr. Liðini hava leikt ein dyst ímóti hvørjum øðrum í ár, og henda vann Fleyr 3-1.

Fleyr liggur á øðrum plássi við 12 stigum, meðan SÍ liggur á 5. plássi við 4 stigum.