Flogbóltur: Oyggjaleikalandsliðið úttikið

Tíðindaskriv

18.05.2017 - 15:53

Ítróttur > Ítróttur > Flogbóltur

Landsliðsvenjararnir Bárður Bendix Mikkelsen og Ragnar í Haraldstovu hava í dag úttikið teir 12 leikararnar, sum skulu umboða Føroyar á oyggjaleikunum í Gotlandi 24. til 30. juni 2017.

Leikararnir eru Thorvald Danielsen, Aalborg; Ingálvur Eyðunsson Olsen, ÍF; Steffan Olsen, Mjølnir; Johan Arni Elisson Wang, Fleyr; Trygvi Hansen, Ternan; Bárður Jacobsen, Ternan,

Bjarki Enni, Amager; Bjarni Larsen, Tromsø; Rói Hentze, Fleyr; Niels Niclasen, Fleyr og Oskar í Haraldstovu Weihe, SÍ og Suni Juul Petersen, Fleyr, vantar á myndini.

Við á ferðini verða eisini Katrin Petersen, fysioterapeutur, Jan Hentze, liðleiðari og Rúna Hentze, umbođ fyri FBF.