Vónbrot: Kvinnurnar taptu finaluna

Ingi Samuelsen

03.07.2015 - 13:18

Ítróttur > Ítróttur > Flogbóltur
Føroyar fáa silvur í flogbólti fyri kvinnur.

Eins og í innleiðandi dystinum móti Saaremaa, taptu Føroyar í finaluni 1-3 móti estisku oynni.

Bara í øðrum setti vóru føroysku kvinnurnar omaná, eins og í triðja setti, tá føroysku kvinnurnar taptu tepurt.

Settúrslitini vóru 16-25, 25-15, 23-25 og 15-25.

Um eina løtu fara menninir í gongd. Her skulu Føroyar eisini spæla móti Saaremaa.