Flogfar horvið í Grønlandi: Vánaligt veður órógvað leitingina

Sverri Egholm

16.09.2014 - 04:47

Tíðindi > Uttanlands > Vanlukkur

Tað er framvegis einki nýtt at frætta um flogfarðið, sum hvarv í Grønlandi síðsta hósdag. Higartil er einki er funnið, hvørki flogfar, lutir av flogfarðinum ella flogskiparin.

- Ein tyrla hjá Air Greenland flogið í allan dag, men tað hevur verið mjørki og ógvusligur vindur og hetta gjørdi, at vit seinnapartin vóru noydd at steðga leitingini, sigur Camila Hegnsborg frá Naviairs við Sermitsiaq.

Flogfarið skuldi lenda í Kulusuk í eystur Grønlandi um 14 tíðina hósdagin 10. september, men einki hevur verið at frætt síðan.

Leitingin eftir flogfarinum heldur fram í morgin.