Mynd: KNR

Flogfar horvið í Grønlandi

Sverri Egholm

12.09.2014 - 05:25

Tíðindi > Uttanlands > Annað

Eitt lítið privatflogfar, sum var á veg til Kulusuk í Grønland frá Keflavík í Íslandi er horvið.

Camila Hegnsborg frá NaviAir sigur, at flogfarið ikki hevur brennievni til enn at vera í luftini. Veðrið er vánaligt í løtuni so leiting kann ikki setast í verk fyrr enn tíðliga í morgin.

Sambært Grønlendska kringvarpinum ynskir NaviAir ikki at upplýsa, hvussu nógvir persónar eru umborð á flogfarinum, sum skuldi lenda í Kulusuk klokkan 14 í dag, men framvegis ikki er lent.